Javnstøðukjakið í Saudi Arabia hevur givið av sær eitt nýtt lógaruppskot til fyrimun fyri kvinnuligar løgfrøðingar.
Lógaruppskotið kom eftir einum tíðarskeiði við altjóða krittiki av kvinnupolitikkinum. Sambært BBC hevur lógarmálaráðharrin, Mohammed Al-Eissa gjørt uppskotið í samband við moderniseringini av rættarskipanini.
Lógaruppskotið verður viðgjørt komandi dagarnar og fevnir um tryggingina av basalum rættindum hjá kvinnuligum løgfrøðingum í Saudi Arabia.
Tað fer at gerast møguligt hjá kvinnuligum løgfrøðingum at arbeiða í rættarsalum, sivil- og familjumálum, har hjúnarskilnaður og foreldrarættindini eru ein partur.
Lógin fer at gera tað møguligt hjá kvinnuligum løgfrøðingum at virka í almenna rúminum, uttan at ein maður er vitni teirra.
Enn er langur vegur hjá kvinnunum í Saudi Arabia. Kvinnurnar hava ikki loyvi at vera úti í almenninginum við einum manni, ið ikki er skyldfólk hennara.
Kvinnurnar skulu vera dekkaðar av klæðum, og eru tær undir 45 ár sleppa tær ikki út úr landinum, um pápi ella maður teirra ikki formelt loyvir tí. Tær sleppa eiheldur at koyra bil.