Kvinnulig skap í Smiðjuni

Komandi dagarnar hevur unga listakvinnan Sigga í Hoyvík framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Afturvendandi temaðið í myndunum hjá Siggu er kvinnukroppurin í ymsum aldri og skapi

Tú fært hug at draga andan eitt sindur lættari, tá tú sært kvinnumyndirnar hjá listakvinnuni Siggu í Hoyvík. Diddaraku kvinnurnar, sum flestu kvinnur eru heilavaskaðar til at halda seg eiga at líkjast, fjara spakuliga burtur úr huganum, tá litríku kvinnukropparnir hjá Siggu gera krav uppá at vera sæddir, júst sum teir eru ? við rundum formum og í so ymiskum skapi, sum kvinnur nú einaferð hava.
Ikki at myndirnar hjá Siggu eru naturalistiskar. Heldur eru tær figurativt koloristiskar, har bleytu men kortini avgjørdu penslastrokini traðka fram, hvørja ferð í einum nýggjum liti, sum fyri at undirstrika ymiskleikan í motivinum.
Kvinnan hevur leingi verið eitt afturvendandi tema í listini hjá Siggu, men í byrjanini vóru kropparnir klænri og meir at kalla fullkomnir. Í sambandi við eina aðra framsýning nevndi Sigga, at hetta helst kom av, at hon var so ung og kanska hevði ilt við at ímynda sær kvinnukroppar í øllum aldri og skapi.
Framsýningin hjá Siggu í Smiðjuni í Lítluvík er opin frá 17. til 23. mars hvønn dag frá 15.00 til 19.00