Kvinnulandsliðspakkin til sølu

Fríggjakvøldið 22. september seta kvinnurnar hol á nýggju Nations League kappingina á heimavølli móti Montenegro

Kvinnurnar fara í heyst undir nýggju Nations League kappingina - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

Fríggjakvøldið 22. september seta kvinnurnar hol á nýggju Nations League kappingina á heimavølli móti Montenegro. Harumframt eru tveir aðrir heimadystir á skránni 27. og 31. oktober, tá ið ávíkavist Aserbadjan og Kýpros vitja í Føroyum.

 

- Sum nakað nýtt kanst tú nú keypa tær landsliðspakka til allar heimadystirnar hjá Kvinnulandsliðnum, har tú fyri bert 225kr fært atgongumerki til allar tríggjar dystirnar – enntá á bestu plássunum mitt á langsíðuni, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Skráin hjá kvinnunum í Nations League er hendan:

 

22. september: Føroyar – Montenegro

 

26. september: Kýpros – Føroyar

 

27. oktober: Føroyar – Aserbadjan

 

31. oktober: Føroyar – Kýpros

 

1. desember: Montenegro – Føroyar

 

5. desember: Aserbadjan – Føroyar

 

Kvinnurnar fara í heyst undir nýggju Nations League kappingina - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd