Kvinnulandsliðið tapti fyri Íslandi

Kvinnulandsliðið tapti 5-0 fyri U19 landsliðnum hjá Íslandi í dag

Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti fyrra dystin á venjingarleguni í Íslandi. Úrslitið í Reykjaneshøllini gjørdist 5-0 til íslendsku vertirnar, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

- Tað er ongantíð í lagi at tapa, men í hesum føri var úrslitið ikki tað viktigasta. Vit fingu møguleikan at síggja, hvussu okkara leikarar eru fyri, og eisini sóu vit nakrar nýggjar leikarar royna seg á landsliðnum, sigur Jón Pauli Olsen, venjari.

 

Tíðliga í morgun setti føroyska liðið kós ímóti Keflavík, og longu klokkan fýra seinnapartin var fyrri venjingardysturin ímóti íslendska U19-landsliðnum á skránni.

 

Undan dystinum varð roknað við, at íslendsku kvinnurnar fóru at leggja stórt trýst á okkara, og soleiðis bleiv eisini. Úrslitið í Reykjaneshøllini gjørdist 5-0 til vertirnar, eftir 3-0 leiðslu í steðginum.

 

Støðið á íslendskum kvinnufótbólti er høgt. Á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er Ísland nummar 20, meðan Føroyar eru nummar 84 av teimum 181 limalondunum, sum hava skipaðan kvinnufótbólt.

 

Næsti dystur hjá føroyska liðnum á venjingarleguni í Íslandi verður sunnudagin klokkan 18:00 á Akranesi.