Kvinnulandsliðið savnast

Kvinnulandsliðið savnast til venjingar í Føroyum 3. – 9. mars

Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Litava, ávikavist á heimavølli mikudagin 9. apríl og á útivølli sunnudagin 13. apríl. Venjararnir Claus Leth Mogensen og Simon Olsen hava tikið hesar leikarar út til samlingina.

 

Málverjar:

Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)

Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Silja Arngrímsdóttir Müller, Valur (ISL)

 

Útileikarar:

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)

Karin Egholm, H71

Brynhild Pálsdóttir, H71

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Brynja Høj, Neistin

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Elsa Egholm, H71

Jana Mittún, Viborg HK (DEN)

Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)

Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin

Fríða Nolsøe Olsen, VÍF

Marita Mortensen, HØJ

Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København

Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København

Lukka Arge, H71


Brynja Høj og Turið Arge Samuelsen hava játtað seg tøkar til dystirnar móti Litava, hetta hóast tær eftir EM-endaspælið góvu til kennar, at viðurskifti gjørdu at tær ikki rukku til landsliðið longur. Venjaratoymið hevur, í samráð við tær, ynskt at hava teirra royndir og førleikar við til týdningarmiklu dystirnar móti Litava, sum verða ávikavist á heimavølli við Tjarnir, mikudagin 9. apríl, og á útivølli í Jonava í Litava, sunnudagin 13. apríl. Eftir ætlan fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis yvir til Litava við ferðalagi.