Kvinnulandsliðið komið til Rumenia

A-landsliðið hjá kvinnum er komið til Mioveni í Rumenia í øllum góðum í dag

A-landsliðið hjá kvinnum er komið til Mioveni í Rumenia í øllum góðum í dag. Í morgin klokkan 16.30 bíðar torføri útidysturin móti Rumenia. Seinast liðini møttust var 28. september í 2019 í Føroyum og tá vann Rumenia 25-20, eftir at Føroyar var á odda 12-11 í hálvleikinum, skrivar Hondbóltssambandið.

 

In.fo skrivaði fyrr í dag, at sambært altjóða veddingarfyritøkunum hava føroysku ongan møguleika ella gott og væl ongan møguleika at fáa stig móti Rumenia. Fleiri altjóða veddingarfyritøkur vilja ikki lata odds uppá heimasigur til Rumenia, tí tær halda, at tað er bara sjálvsagt, at Rumenia vinnur á Føroyum.

 

Nakrar lata 1,01 í oddsum, og ein veddingarfyritøka "torir" at lata 1,02 í oddsum fyri rumenskan sigur. Tað vil siga, um ein setur hundrað krónur uppá rumenskan sigur, so vera 102 krónur í útgjalding um Rumenia vinnur á Føroyum.

 

Oddsini uppá føroyskan útisigur sveiggja millum 13 og 35 í oddsum. Oddsini uppá javnleik sveiggja millum 12 og 35 í oddsum. FM1 fer at hava studiofrásøgn frá dystinum. Sjúrður H. Hoydal verður í studio við viðmerkjara.