Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti skal luttaka í EM undankapping í Reykjavík í døgunum 6. - 8. juni 2014.
Føroyar eru í bólki við Íslandi, Luksemburg og Liktinstein. Spælt verður í Laugardalshøllini í Reykjavík.
Føroyska liðið er komið til Íslands og ger nú klárt til fyrsta dystin, sum verður í dag. Landsliðið kemur at búgva beint við Laugardalshøllina.
Dystirnir eru hesir:
6/6-2014 Føroyar - Luxembourg, kl. 15.00 (lokal tíð)
7/6-2014 Føroyar - Ísland, kl. 17.30 (lokal tíð)
8/6- 2014 Føroyar - Liechtenstein, kl. 15.00 (loka tíð)