Flogbóltur, kvinnur
Úrslitið av úttøkini gjørdist hetta, eftir seinastu venjingina, sum var um vikuskiftið í Havn, tá liðið vandi 7,5 tíma saman.
ÍF
Helen á Lakjuni, miðleiðkari
Dráttur
Helga Nordendal, miðleikari/diagonalur (ársins leikari 2001)
Gerda Nattestad, kantur
Mjølnir
Tina Jacobsen, miðleikari/kantur (ársins miðleikari 2001)
Marjun Kalsø, hevari (ársins hevari 2001)
Anna Jacobsen, diagonalur
Margit Joensen, libero/kantur (ársins móttøku leikari 2001)
Fleyr
Mariann Øster, hevari
Fredriksberg Volley
Hjørdis Mortensen, miðleikari/kantur
Annika Joensen. miðleikari
Alvilda Ólavsdóttir, kantur
Fortuna Odense
Gudrid Nolsøe, kantur
Gull-liðið
Tað eru stór krøv til hetta liðið, tí á seinastu Oyggjaleikunum á Gotlandi vann liðið Gull, eftir eina sera vælleikta finalu ímóti Álandi.
Harafturat hevði liðið eisini vunnið á sterka liðnum hjá Saarema í semifinaluni, og tað var fyrstu ferð, at nakað lið hevði vunnið á hesum liðnum á Oyggjaleikinum.
Um samanborið verður við liðið sum leikti á Gotlandi fyri tveimum árum síðani, so eru 9 av leikarunum, sum eisini vóru við til at vinna Føroyum gullið, og sostatt eru bert 3 nýggir leikarar á liðnum. Teir eru Helga Nordendal, sum í ár var vald til ársins leikara, Mariann Øster og Anna Jacobsen.
Á venjingarlegu í Danmark
Fyri 14 døgum síðani var partur av liðnum á venjingarlegu í Danmark, har vant var saman við teimum leikarunum, sum dagliga leika í bestu donsku deildini, vanlig nevnd elitu-deildini.
Á hesum túrinum var leiktur ein dystur ímóti elitu-liðnum hjá Fredriksberg Volley, og tað eydnaðis føroyska liðnum at vinna dystin 3-0, vuið settúrslitunum 27-25, 26-24 og 25-23.
Nógv venjing
Annars hevur liðið verið saman næstan hvørt vikuskifti síðani at landskappingin endaði. Og fyri framman er ein long venjingarætlan, sum umfatar umleið 65 tímar í venjingarhøllini. Um tað verður møguligt at venja saman við teimum leikarunum sum eru í Danmark enn einaferð, er ein fíggjarligur spurningur, men landsliðsarbeiði er altíð ein fíggjarligur spurningur, tí hetta arbeiði krevur nógvan pening um úrslit skulu røkkast. Og hetta liðið hevur møguleikar at røkka gullinum, um leikararnir leggja alla orku í venjingina hesar seinastu tveir mánaðirnar.
Stór kapping
Stór kapping hevur verið um tey einstøku plássini á liðnum. Byrjað var upprunaliga við 33 leikarum, og nú liðið var úttikið, var hetta í kapping millum 23 leikarar, meðan tað bert er gjørligt at hava 12 við á liðnum.
Hetta at stór kapping hevur verið ímillum leikararnar hevur gjørt, at leikarnir hava verið í góðari venjing, tá hugsa verður um, at tað eru 2 mánaðir síðani at kappingin endaði.
Juanna S. Joensen skaða
Ein av leikarunum sum ein sakana á liðnum frá seinastu Oyggjaleikunum, og sum dagliga leikar í Danmark, er Juanna S. Joensen, sum fyrr hevur leikt við TB. Men vegna skaða er hon ikki við á liðnum tíanverri, tí hon hevði uttan iva kunna styrk um liðið við sínum royndum í bestu deildini í donsku kappingini.
Liðið er aftur saman til venjing fríggjadagin, tá tey venja saman íalt 4,5 tímar.
Tað er Føroya Sparikassi, sum er høvuðsstuðul hjá liðnum.