Føroyska kvinnulandslandsliðið skal komandi dagarnar spæla HM undankapping móti Montenegro, Litava og Georgia.
Føroyska ferðaliðið fór avstað í gjár og lendi í øllum góðum í Litava. Tað er sera kalt og nógvur kavi, men vøllurin á LFF Stadium í Vilnius er ruddaður og tí er spælandi .
Fyrsti dysturin verður í morgin klokkan 12.00 móti Montenegro. Leygargin er mótstøðan Litava og týsdagin, 9. apríl, er Georgia á skránni.
Tvey lond koma víðari úr bólkinum og so verður fari undir HM undankapping, sum vit kenna tað hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum.
Tær 18 kvinnurnar, ið hava fingið landsliðsboð, eru:
Randi S. Wardum, Malena Josephsen, Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen, Bára S. Klakstein og Eyðvør Klakstein, KÍ
Fríðrún Danielsen, Anna Sofía (Ansy) Sevdal, Íðunn Magnussen og Oddrún Danielsen, EB/Streymur/Skála
Doris í Garði Olafsdóttir, Lív Arge, Heidi Sevdal og Liljan av Fløtum Petersen, HB
Bjarta O. Johansen og Rakul Maria Johannesen, B36
Laila Pætursdóttir, Víkingur
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DK)