Kvinnukvøld í Klaksvík í morgin

Í morgin verður eitt áhugavert tiltak í Pulse nightclub. Kvinnukvøld verður í Klaksvík í morgin, Leygarkvøldið 15.nov. í Pulse nightclub.

Talan er um eitt kvinnukvøld, og tiltakið er bert fyri kvinnur.

Tiltakið byrjar kl.20.00 og endar uml. kl.23.00.

Lagt verður upp til eitt hugnakvøld fyri kvinnur, har tær kunu hugna sær við práti og tónleiki. Eisini verður handilin Underwear til staðar. Underwear er ein handil, ið selur undirklæðir, tey koma at vísa tað nýggjasta innan undirklæði, og til høvið hava tey fingið eina danska modell til Føroya at vísa fram undirklæðir. Eisini kemur Jórun Mcleod frá hárfríðkanarstovuni Afrodite at vísa, hvussu ein leggur makeup.

Ránnva Lützen og Jógvan Ósa koma at frammføra góðan tónleik.

Eisini verður okkurt lætt til matna.

 

Tey, ið fegin vilja tryggja sær pláss til kvinnukvøldið, verða vinarliga biðin at tilmelda seg á tlf.509491