Kvinnukappingin ikki heilt liðug enn

Dysturin millum KÍ og Skála vardi bara í einar 10 minuttir, so var hann avblástur fyri veður. Enn er ógreitt, um hann skal avgreiðast kortini ella ikki. AB og Víkingur vunnu hinvegin stórsigrar á teimum báðum niðastu liðunum

FÓTBÓLTUR

– Tað, sum eg havi fingið at vitað, var dysturin millum KÍ og Skála avblástur, tí veðrið at spæla var ov vánaligt. Men eg veit einki um, at Fótbóltssambandið annars verið inni í málinum, sum fyrst skal viðgerast í kappingarnevndini, áðrenn støða verður tikin til, hvat hendir við dystinum.
Tað sigur formaðurin í kappingarnevndini, Sveinur Tróndarsson, ið sostatt einki kennir til, at KÍ skal hava vunnið dystin 0-0, sum tað hevur ljóðað, at semja fekst um aftaná – enntá í samráð við Fótbóltssambandið. Sostatt er kvinnukappingin ikki heilt liðug enn, tí lagnan hjá hesum eina dystinum framvegis bíðar eftir einari endaligari avgerð.
Veðrið var annars so vánaligt, tá KÍ og Skála skuldu spæla, at dysturin var ikki meiri enn góðar 10 minuttir gamal, tá dómarin valdi at floyta hann av. Tá var støðan enn 0-0, og liðini høvdu havt eitt álop í part, umframt hvør sítt hornaspark, ið hvørki kundi takast, uttan at onkur helt bóltinum, tí hann annars fór fúkandi avstað.
At dysturin var avblástur, broytir tó einki í avgerandi støðuni, har KÍ longu frammanundan var meistari og Skála átti fjórðaplássið. Eftir dystin fingu KÍ-kvinnurnar eisini bæði steyp og gullheiðursmerki, sum formligt prógv fyri, at tær tíggjunda árið á rað eru føroyameistarar í bestu kvinnudeildini.

Tveir stórsigrar
Hini bæði liðini, ið eisini fingu heiðursmerki leygardagin, AB og Víkingur, ið ávikavist fingu silvur og bronsu, høvdu í sínum seinasta dysti lætta mótstøðu, tí tey spældu ímóti ávikavist B68/NSÍ og EB/Streymi, ið eru tey bæði niðastu liðini á stigatalvuni.
AB vann heili 8-0 á B68/NSÍ, eftir at hava verið á odda 5-0 í hálvleikinum, og umframt at Ásleyg Súnadóttir hevði ein góðan dag við trimum málum, var tað mest merkisverda, at AB-málverjin, Simona Heinesen, skoraði tey bæði síðstu málini. Ikki við brotssparki, sum ofta plagar at vera, tá málverjar skora, men eftir hornaspørk, har hon var komin fram við og kom at standa væl fyri.
Dysturin millum EB/Streym og Víking var longu spældur týskvøldið, tí fleiri spælarar á báðum liðum longu mikudagin skuldu á námsferð uttanlands. Her gjørdist talan um ein greiðan stórsigur til Víking, ið vann 9-1, eftir hálvleiksleiðsluna 5-0. Longu eftir níggju minuttum var støðan 3-0, so her gjørdist ongantíð spennandi. Heidi Sevdal, ið sunnukvøldið var kosin ársins spælari hjá kvinnum, skoraði ikki færri enn fimm av teimum níggju málunum hjá Víkingi!