Sjey kvinnur standa í ár handan ólavsøkukabarettina Sjónleikarhúsið hevur í ár latið pallin til sjey ungar kvinnur. So, fyri at gleða tey mongu fólkini uttanfyri miðstaðarøkið, ið spent sita og bíða eftir avgerðini um holini bæði, kann Ólavsøkukabarettin í ár tryggja teimum heili sjey hol. Hesar sjey kvinnur hava funnið reyðu sokkarnar fram, flent eitt sindur at teimum, men dyrkað teir og fara tær á Òlavsøku at lufta teimum á pallinum. Men afturat reyðu sokkunum sleppur bringuskegg og yvirskegg eisini framat saman við øllum teimum hugvekjandi tilburðunum, ið føroyska fólkið hevur verið fyri seinasta árið.









