- Tað finnast ongin almenn føroysk hagtøl um harðskap móti kvinnum, so eg kann bara tosa út frá tølunum hjá Kvinnuhúsinum. 2015 er ikki liðugt enn, men tað tykist, at tað verður sama støði sum í 2014, tá vit fingu 539 fráboðanir frá fólkum um harðskap móti kvinnum. Í sama tíðarskeiðið gistu 17 kvinnur og 12 børn í húsinum.
Tað sigur Elin ReinterPlanck, leiðari í Kvinnuhúsinum. In.fo hevur tosað við hana í samband við, at tað í dag er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum.
Hóast stóra talið av fráboðanum, so metir leiðarin í Kvinnuhúsinum metir, at støðan í Føroyum ikki er verri enn í øðrum Norðurlondum.
- Av tí, at vit hava ongin almenn tøl at samanlíkna við, so kunnu vit bara meta um hvussu støðan er í mun til grannalondini. Har meta vit, at vit líggja á nøkulunda sama støði sum onnur Norðurlond. Tað er hvørt fall ongin orsøk til at halda, at tað stendur betur til í Føroyum enn aðrastaðni.
- Tað eru kvinnur í øllum aldrum, ið søkja sær hjálp hjá Kvinnuhúsinum, men tær flestu eru í tretivunum ella fjørutunum. Eins og í Danmark tykist tó tendensurin at vera, at talið av tilkomnum kvinnum, ið eru útsettar fyri harðskapi minkar, meðan talið av ungum kvinnum veksur.
Tað eru 25 ár síðani, at Kvinnuhúsið varð sett á stovn, og Elin Reinert Planck hevur starvast í húsinum síðstu 21 árini. Hon metir, at nógv er broytt síðstu tjúgu árini, og at kvinnur nú tora betri at siga frá.
- Konur tora betri at søkja stuðul í dag enn fyrr, um tær hava verið útsettar fyri harðskapi, og tað verður eisini meira tosað um tað nú. Tær eru ikki eins bangnar longur, og nú hava vit virka so leingi, at fólk síggja okkum sum ein møguleika.
- Bókin hjá Súsannu Skaale, ”Bara hann sló meg”, hevur eisini gjørt ein mun, tí tað vóru viðkomandi søgur um føroyskar kvinnur. So fólk tora betri at seta seg í samband við okkum, og nú eru tað nógv fleiri, ið tosa beinleiðis við okkum, heldur enn at ringa til okkum dulnevnd.
Spurd um hvørjar vónir hon hevur fyri framtíðina, vísir hon serliga á ráðgevingina til menn, ið fremja harðskap.
- At fleiri kvinnur finna orkuna at broyta teirra støðu, og kunnu fáa hjálp og stuðul til tað. Og nú tá ein ráðgeving er sett á stovn til tey, ið fremja harðskap, vóni eg, at hon verður meira brúkt. Tí einasta máti at steðga harðskapi, er um tey, ið fremja hann, viðurkenna trupulleikan og koma í viðgerð.