Kvinnuhúsið vísir til KRIS

Tørvur er á einum betri tilboðið til tey, sum hava verið kynsliga misnýtt. Hetta heldur Elin Reinert Planck, leiðari á Kvinnuhúsinum. Í dag vísa tey kvinnur víðari til KRIS ella sálarfrøðing, men hjálpin átti at verið betri skipað, heldur Elin Reinert Planck

Kvinnuhúsið tekur ímóti og hjálpir kvinnum, sum flýggja undan harðligum monnum. Og tær kvinnur, sum koma til Kvinnuhúsið, hava onkuntíð kynsliga misnýtslu við sær í viðførinum.

- Kynsligur ágangur er ikki orsøkin til, at kvinnur søkja sær hjálp hjá okkum. Men tá tær fortelja sína søgu, kemur kynslig misnýtsla onkuntíð undan kavi, greiðir leiðarin á Kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck, frá.

Kvinnuhúsið hevur ikki nakað terapi tilboð til slíkar kvinnur, tær kunnu lurta og rúma, men hava kvinnurnar brúk fyri meira, verða tær vístar til KRIS ella sálarfrøðing. Men Elin Reinert Planck heldur, at trupulleikin við kynsligum ágangi er so stórur, at arbeiðið burdi verið betri skipað.

- Tað skuldi verið eitt stað, har skipað var fyri terapiskeiðum, og har sjálvhjálparbólkar kundu húsast. Sjálvhjálp hevur stóran týdning í samband við kynsligan ágang, tí tey raktu hava brúk fyri at hoyra at onnur hava verið í somu støðu, sigur Elin Reinert Planck.

Hon er púra samd við slagorðinum hjá KRIS, at kynslig misnýtsla skal tosast í hel.

Og bæði Kvinnuhúsið og Sjálvhjálpin kundi verið knýtt, at einum meira skipaðum arbeiðið í móti kynsligum ágangi, staðfestir Elin Reinert Planck.