Kvinnuhúsið fær 376 áheitanir um árið

Kvinnuhúsfelagið í Havn hevur havt aðafund

Tíðindaskriv

Hósdagin 18. mars hevði Kvinnuhúsfelagið aðalfund. Í nevndini í Kvinnuhúsfelagnum sita Finngerð Fríðriksdóttir, forkvinna, Eyðrith Leyni, næstforkvinna, Henrid Johansen, kassameistari, Sólrun Jacobsen og Masa Christiansen. Eykalimir eru Ása Holm Jacobsen og Meinhild Geyti. Roknskapurin varð góðkendur og Sonja Klein afturvald til grann-skoðara, eykagrannskoðari er Gunnvá Haldansen. Í nevndini í Kvinnuhúsgrunninum sita Turið Debes Hentze, Brynhild Danielsen og Judith Johannesen.
117 limir eru í Kvinnuhúsfelagnum. Av hesum hava 41 arbeitt sum sjálvbodnar í vaktarskipanini sum kvøld- og náttarvaktir, sitið í nevndum og ráðgeving.
Síðani Kvinnuhúsið byrjaði sítt virksemi tann 1. oktober 1990, hava 205 kvinnur og 194 børn gist á Kreppumiðstøðini. Kvinnur og børn hava, áðrenn tey komu í Kvinnuhúsið, upplivað antin sálarligan harð-skap, likamligan harðskap ella bæði. Í meðal gista á hvørjum ári 15,8 kvinnur og 14,9 børn á Kreppumiðstøðini. Áheitaninar til Kvinnuhúsið eru í meðal 376,2 um árið. Tilsamans hava 4.890 áheitanir verið til Kvinnuhúsið hesi árini, vit hava virkað.
Endamálið hjá Kvinnuhúsfelagnum er at reka Kvinnuhúsið/Kreppumiðstøðina, har kvinnur kunnu ringja ella støkka inn á gólvið og fáa ráðgeving og vegleiðing í ymiskum spurningum og trupulleikum. Ikki er neyðugt hjá kvinnuni at upplýsa navn og p-tal. Heldur ikki er neyðugt hjá henni at rættvísgera, hví støðan er sum hon er. Kvinnan hevur møguleikan, saman við sínum børnum, at gista á Kreppumiðstøðini eitt tíðarskeið.
Arbeiðið í Kvinnuhúsinum er grundað á sjálvboðið arbeiði. Sjálvbodnu vaktirnar eru virknar í meðal 2-3 ár. Ein jøvn útskifting fer fram, tí hava vit altíð tørv á nýggjum vaktum. Hevur tú hug at luttaka í hesum fjølbroytta arbeiði, set teg í samband við Kvinnuhúsið og frætt meira.