Kvinnuhúsfelagið fyllir 10 ár í dag

Nú eru 10 ár liðin, síðani Kvinnuhúsfelagið hin ódnarveðursdagin tann 29/1-89 varð sett á stovn.

Millum kvinnur hevði í mong ár verið tosað um, at neyðugt var at seta á stovn eina kreppumiðstøð til tær kvinnur, sum eru fyri harð-skapi ? sálarligum, kropsligum og/ella hóttan um harðskap. Tá ið tað frættist, at fráfarna landsstýrið hevði játtað kr. 200.000 (fíggjarlógin 1989) til slík endamál, kom gongd á. Ein áhugabólkur vendi sær til landsstýrið og boðaði frá, at ætlanir vóru at stovna eitt kvinnuhúsfelag.

Áhugabólkurin innkallaði til stovnandi aðalfund í Mettustovu. Orsakað av veðrinum vóru fleiri áheitanir um at útseta fundin, men hetta bar ikki til, tí sunnudagur var og tá fundurin skuldi setast kl. 14 ? samstundis sum tíðindasendingin fór í luftina, vóru fólkini allarhelst farin heimanífrá.

»Nú var bert eftir at bíða til klokkan varð 14 og vóna, at onkur kom. Ilt var at meta um hvussu nógvar!!! Kanska 10 ella 20, ella kundi tað hugsast, at Mettustova var ov lítið? Vit vórðu allar ovfarnar, tí klokkan 14 var ein javnur streymur av konufólkum í øllum aldri og ymsa staðni frá. Til alla lukku rúmaðust øll 85 konufólkini í Mettustovu, hóast onkur teirra mátti standa«. Soleiðis stóð at lesa í tíðarritinum Kvinnutíðindi nr. 1-2, 1989.

Fundurin varð settur kl. 14.15 og allar vóru sera ágrýtnar og orðaskiftið gekk væl. Uppskotið um viðtøkurnar vórðu samtyktar. Endamálsgreinin hjá Kvinnuhúsfelagnum ljóðar soleiðis: »Gerast skal arbeiði, sum miðar ímóti at styrkja støðu kvinnunar og at styrkja sjálvkenslu og sjálvsábyrgd hennara, so hon í størri mun sjálv fær styrki at ráða og taka avgerðir yvir egna lívi sínum«. Áðrenn loknan fund vórðu neyðugu nevndir settar á stovn. Fyri Kvinnuhúsfelagið vórðu valdar hesar: Jane Hoydal, Vilgerð Astridardóttir, Petricia Christiansen, Birita Olsen og Winny í Pætursstovu. Eykalimir vórðu: Karolina Petersen og Åse Olsen.

Felagið fekk navnið »Kvinnuhúsfelagið«, tí ætlanir vóru at stovna eitt fjølbroytt virkishús fyri kvinnur, har ein kreppumiðstøð eisini skuldi húsast.

Kvinnuhúsfelagið hevur enn ikki havt orku til at seta á stovn virkishús fyri kvinnur, men Kreppumiðstøðin varð sett á stovn tann 1/10-90 í leigaðum hølum hjá KFUM, har hon húsast enn. Síðani januar 1991 er møguleiki at fáa ráðgeving av ávikavist grundfrøðingi, sálarfrøðingi, sosialráðgeva og løgfrøðingi, og síðan 1992 hevur verið bjóðað luttøka í sjálvhjálparbólkum við fjølbroyttum evnum.

Kvinnuhúsið er í dag eitt friðskjól fyri kvinnur og børn teirra, ið eru fyri harðskapi ? sálarligum, kropsligum og/ella hóttan um harðskap; men somuleiðis ein skái, har veitt verður hjálp til sjálvhjálp, endurbyggjan av mistum sjálvsáliti og stuðul til kvinnur við svárum livimáta.

Kvinnuhúsfelagið, sum rekur Kvinnuhúsið, er grundað á sjálvboðið arbeiði. Limatalið er í løtuni 122. Av hesum hava umleið 40 átikið sær tað neyðuga arbeiðið fyri at reka Kvinnuhúsið. Øll, sum eru knýtt at Kvinnuhúsinum, hava tagnarskyldu.

Felagið hevur limafund triðja hóskvøld í hvørjum mánaði, har ymisk evni eru á skránni, sum hava samband við hvat hendir í samfelagnum innan áhugamál Kvinnuhúsins. Felagið hevur mest sum á hvørjum ári bjóðað einum útlendskum gestafyrilesara til Føroya at halda fyrilestur. Seinasti gestafyrilesari var hin víðagitni danin, rithøvundin og sosialráðgevin Tine Bryld, sum eisini helt fyrilestur fyri almenninginum.