Fyrra dystin vann Neistin 20-19, og alt er tí opið til seinna dystin, sum verður spældur í ítróttarhøllini á Skála.
Hin hálvfinalan í steypakappingini hjá kvinnum er ímillum Stjørnuna og VB, og seinni dysturin teirra millum verður í Klaksvík sunnudagin. Fyrra dystin vann Stjørnan við sjey málum, og VB skal tí taka eitt ordans tak fyri at venda hesum tapi.