Kvinnufinalan verður í dag

Tað er ikki bert steypakappingin hjá monnum, sum er á skránni ídag. Klokkan 17 seinnapartin fara kvinnuliðini hjá KÍ og EB/Streymi at leika steypafinalu á Tórsvølli

Teir áskoðarar, ið ætla sær til hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið millum HB og VB klokkan trý í dag í Gundadali, kunnu hóskandi leggja leiðina fram við Tórsvølli, tá ið tann dysturin er liðugur. Klokkan fimm seinnapartin verður steypafinalan hjá kvinnum nevnliga bríkslað í gongd á grasvøllinum í Havn. Ikki óvæntað er KÍ annað av liðunum í finaluni, meðan hitt liðið er EB/Streymur.

KÍ stórfavorittur
Tað skerst ikki burtur, at kvinnurnar hjá KÍ eru stórfavorittar undan steypafinaluni. Klaksvíkskvinnur hava verið einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti í fleiri ár nú, og tað tykist ikki sum um, at tað er nakað av hinum liðunum, ið ger nakað við tær. Ein stórur partur av manningini á liðnum hevur verið við leingi nú, men eisini nakrar ungar kreftir eru slopnar framat.
Kvinnurnar hjá EB/Streymi hava neyvan nakrar serligar royndir við so týðandi dystum, og tí verður tað umráðandi hjá teimum, at tær ikki verða darvaðar av nervum, tá ið dómarin Petur Skarðenni bríkslar dystin í gongd.