Í tíðindaskrivinum stendur, at ársaðalfundurin hjá Kvinnufelagnum, ið varð hildin í Mettustovu mánakvøldið 30. septembur 2002, samtykti at senda fjølmiðlunum fylgjandi yvirlýsing:
Mangt leikar á nú føroyska samfelagið í royndum sínum at koma longur fram á leiðini ímóti einum liviligari samfelag fyri øll uttan mun til kyn ella húðalit, til religión ella kynsliga orientering millum vaksið fólk tykist at vera komið í rasshaft av at blanda politikk og átrúnað saman.
Vit gera tí vart við, at
- Kvinnufelagið av fullum huga tekur undir við samtyktum ST´s um rættindini hjá kvinnum at ráða yvir sínum egna kroppi í øllum viðurskiftum sum viðvíkja heilsu og nøring, kynslívi og familjumynstri, og at hesin rættur eisini eigur at umfata samkyndar menn.
Vit gera eisini vart við, at
- Kvinnufelagið tekur undir við yvirlýsingini um skrásett paralag fyri samkynd í Føroyum, og at
- Kvinnufelagið somuleiðis ynskir lógartryggjaðan rætt hjá kvinnum til sjálvvalda fosturtøku.