Kvinnufelagið í Havn 70 ár í dag

Føðingardagurin verður hildin í Mettustovu í kvøld kl. 19:00 har øll eru vælkomin

Í dag fyllir Kvinnufelagið í Havn 70 ár. Kvinnufelagið varð stovnað 31. mars 1952 á fundi í Havnar Klubba.

Føðingardagurin verður hildin í Mettustovu í kvøld kl. 19:00 har øll eru vælkomin. Á skránni eru  tríggjar framløgur: Elin Súsanna Jacobsen, sum hevur verið virkin í Kvinnufelagnum í nógv ár fer at greiða frá um kvinnurørlsuna fyrr og hvørjum málum, tær arbeiddu við. Katrin Gaard, forkvinna í Kvinnufelagnum, fer at hugleiða um arbeiði við javnstøðu í framtíðini, og Maisól Hentze, sum er 14 ár, fer at hugleiða um ung og javnstøðu.

Kvinnufelagið fer eisini at heiðra nøkrum kvinnum, sum hava gjørt nakað serligt fyri kvinnur og javnstøðu í Føroyum.

Kvinnufelagið hevur havt stóran samfelagsligan týdning, síðani tað var sett á stovn fyri 70 árum síðani. Nógv av tí, sum vit takað sum eina sjálvfylgju í dag, eru mál, sum Kvinnufelagið hevur arbeitt við t.d. barnaansing, at fáa kvinnuligar lækar, kvinnur í politikki, javnstøðulóg, Kvinnuhúsið og neyðtøkumóttøka fyri at nevna nøkur fá dømi, sigur nevndin í Kvinnufelagnum.

 

Føðingardagurin verður hildin í Mettustovu í kvøld kl. 19:00 har øll eru vælkomin