Eitt umfar varð leikt í endaspælinum hjá kvinnunum áðrenn umfarið sunnudagin, og var tað beint áðrenn summarsteðgin. Tá vann KÍ stórt á HB, meðan B36 og VB vunnu ávikavist á Skála og NSÍ.
Dystirnir hetta vikuskiftið skuldu eftir ætlan vera millum B36-VB, Skála-HB og NSÍ-KÍ, men vegna fólkatrot í Runavík, vóru bert tveir dystir leiktir, og var tað B36 sum tók ímóti VB, meðan HB kvinnurnar løgdu leiðina til Skála.
Javnt í Gundadali
VB var sum sagt í Havn og vitjaði B36, og endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 1-1. VB kom framum í fyrra hálvleiki, og var tað uppá brotsspark, sum Annika Poulsen tók sær av. Hálvleiksstøðan var eisini 1-0 til VB, men í seinna hálvleiki eydnaðist B36 kvinnunum at fáa týdningarmikla útjavnandi málið, og var tað Elsebeth Jónsson sum javnaði fyri heimaliðið. Dysturin endaði sostatt 1-1, og tað vil siga, at bæði liðini hava fýra stig fyri tveir dystir.
Í løtuni kann sigast, at KÍ verður mettur sum favorittur til føroyameistaraheitið eftir stórsigurin í landskappingini og sigurin í steypafinaluni móti HB, men ein skal heilt avgjørt ikki avskriva lið sum B36 og VB, meðan HB kvinnurnar væntandi eisini vera drúgvar. Spennandi verður at síggja, hvussu B36 og VB fara at fóta sær móti HB og KÍ.
Eyðvør úr Dímun kom, sá og skoraði
Ein av Føroya bestu kvinnuligu fótbóltsleikarum er uttan iva Eyðvør úr Dímun. Hon leikar sum kunnugt dagliga í Danmark, men av tí at hon er komin upp í summarfrítíð, var hon við á HB liðnum inni á Skála. Og tá avtornaði hevði hon veruliga víst, at hon ikki hevur gingið fyri einki niðri í Danmark. Dysturin endaði nevniliga 4-0, og Eyðvør skeyt ikki minni enn trý av málunum, meðan stórskjúttin Annika Godtfred syrgdi fyri hinum málinum. Skála gav HB ein lítlan hvøkk, av tí at hálvleiksstøðan var 0-0, men sum sagt megnaði HB at vinna dystin 4-0, og tær fingu sostatt reist seg eftir stórtapið móti KÍ, hóast uppgávan hesaferð ikki kann metast við hana í Klaksvík.
Eyðvør úr Dímun verður verandi til 20. august, og tað vil við øðrum orðum siga, at hon kann vera við móti NSÍ í Havn næsta vikuskiftið, og síðani fær hon eisini verið við til grannauppgerðina móti B36, og tað kann koma at gerast sera avgerandi fyri HB.
Sum sagt varð dysturin millum NSÍ og KÍ útsettur, og ikki er avgjørt enn, nær hesin dystur verður leiktur. Sum heild stendur illa til við fólki inni í Runavík, og óvist er, hvat verður gjørt við henda trupulleika í framtíðini.
Næsta vikuskiftið tekur HB ímóti NSÍ, B36 fer til Klaksvíkar at leika móti KÍ, meðan VB og Skála hittast í Vági.
Úrslitini sunnudagin vóru hesi:
B36-VB 1-1
B36: Elsebeth Jónsson 1.
VB: Annika Poulsen 1.
Skála-HB 0-4
HB: Eyðvør úr Dímun 3, Annika Godtfred 1.jans at menna ein sunnan moral enn børn, har foreldur tala í boðshátti og dialogurin er einsrættaður.
Í síðsta enda er tað helst júst tað, rapp-tónleikurin snýr seg um. Røddir ongin hoyrdi, fyrr enn trummubeatið bankaði boðskapin inn í hvønn krók.
Eminem er mest seljandi rapp-tónleikarin í hesum døgum. Samstundis, sum hann selir fleiri milliónir fløgur, verður spældur non-stop á MTV og liggur ovarliga á 15 Teimum Bestu, so verður frá fleiri síðum eisini harðliga funnist at hansara tekstum, ið eitt nú leggja eftir samkyndum.