Kvinnudeildin minkar niður í fimm lið

B68 leggur saman við ÍF/Víkingi, tí ov fáir spælarar eru

Bolt.fo skrivar, at B68 hevur lagt saman við ÍF/Víkingi. Sostatt verða bara fimm lið í Betri deildini hjá kvinnum til komandi kappingarár.

 

Orsøkin er, at tríggir spælarar hjá B68 hava skift til EB/Streym/Skála, sum í fjør vann greipuna. In.fo hevur fingið upplýst, at EB/Streymur/Skála koamndi kappingarár verður uttan nakrar spælarar frá í fjør.

 

Tí hava boð verið eftir spælarum hjá B68, har Eyðgerð Mikkelsen, Rúna Olsen og Lena Olsen, hava skift til EB/Streym/Skála. Nú hevur B68 ikki nokk spælarar til at manna lið til komandi kappingarár.

 

Hóast kvinnufótbólturin í landsliðssamanhangi er í framgongd, so er hetta óiva eitt afturstig fyri føroyskan kvinnufótbólt.