Kvinnudagur í Gallarí Havnará

Á kampdegi kvinnurnar 8. mars skipar Gallarí Havnará aftur fyri árligu Kvinnudags framsýningini. Síðan Gallaríið lat upp hava tey trúliga sett 8. mars í fokus.

Aftur í ár er talan um eitt bland av nýggjum og royndum listakvinnum Mia Haldórsdóttir Smith, Guðrið Poulsen, Eivør Pálsdóttir, Rannvá Mortensen og Barbara Hilduberg.

 

Í farnu árunum hava føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar veruliga verið í brennideplinum, í sambandi við farsótt, verkføll og mangulin av arbeiðsmegi. 

 

Hetta er eitt fak, ið ofta verður skýrt eitt siðbundi kvinnufak. Vit hava tí á hesum kampdegnum mitt í friðartíð  bjóða  Sonja Nielsen, sjúkrarøktarfrøðingi, M.Sc í heilsuvísindum og útbúgvingarleiðara  á sjúkrarøktarfrøði útbúgvingini á Setrinum, at halda røðu. 

 

Dania O. Tausen kemur at framføra. 

 

Framsýningin letur upp 8, mars kl. 16.00, og er opin 16.00-18.00 fram til 12. mars.