Kvinnudagsrøða Altjóða Kvinnudagur-røða
Lilja Debess Av Teigum í 9. flokki í Skúlanum við Løgmannarbreyt helt hesa røðu fyri næmingum og lærarum eftir morgunsangin fríggjadagin 7. mars
Góðu tit, í morgin, 8.mars, er altjóða kvinnudagur ella kvinnustríðsdagur. Dagurin har vit kring allan heimin varpa ljós á kvinnurnar og tað, ið tær hava stríðst fyri. Tí kvinnur hava ikki altíð havt somu rættindi og møguleikar, sum tær hava í dag. Tí fagna vit, 8. mars, tað, sum kvinnur kring allan heimin hava stríðst fyri.
##med2##
Tað var í 1910, at hesin dagur, varð lagdur fram, sum ein stríðsdagur, ið skuldi vera á hvørjum ári. Tá var eitt av høvuðsmálunum hjá kvinnum at sleppa at atkvøða. 6 ár seinni, í 1916, fingu kvinnur atkvøðurætt í Føroyum, og sluppu samstundis at stilla upp í politikki. Tó var tað ikki fyrr enn í 1978, at fyrsta kvinnan, Karin Kjølbro, varð vald í løgtingið.
Tað kann tykjast løgið at ímynda sær, at kvinnur ikki altíð hava havt rætt til, at hava arbeiði, ganga í skúla, hava ræðið á egnum peningi og at siga sína meining alment. Tí hetta er ein sjálvfylgja hjá okkum í dag. Á kvinnudegnum minnast vit sum sagt, tær ið hava stríðst fyri rættindi hjá kvinnum í gjøgnum árini. Ein, ið ynskti javnstøðu, var millum annað, Andrea Árting. Andrea Árting livdi frá 1891-1988. Hon hevði einaferð ein handil á Áarvegnum í havn. Í handlinum seldi hon mest bomm og annað góðgæti, og handilin var sera væl umtóktur. Men øll høvdu ikki ráð at keypa úr handlinum. Andrea tók synd í teimum, ið ikki høvdu ráð, og gav teimum kortini vøru. Tí hon tók synd í teimum, ið høvdu tað ringt.
##med3##
Tá ið Andrea vaks upp vóru ikki nógvir møguleikar hjá kvinnum, tá ið skúlin var liðugur. Ofta fóru tær út at tæna ella til Danmarkar at tæna í húsum. Tá Andrea kom til Danmarkar í 1911 var ein sterk kvinnurørsla, ið ávirkaði Andreu, og hon fekk hug at gera okkurt við støðuna hjá kvinnum í Føroyum, og kemur upp við hugskotinum, at kvinnur skulu rógva kapp á ólavsøku. Hetta fyri at vísa, at kvinnur kundu rógva, eins og menn.
Andrea árting gerst seinni forkvinna í arbeiðskvinnufelagnum, har tað eydnast henni og hinum í felagnum, at stytta arbeiðsdagin, og at hækka lønina hjá kvinnunum. Eisini stríddist hon í mong ár fyri, at kvinnur og menn skuldu fáa líka løn.
Nógv verður kjakast um, hvørt hesin dagurin enn er viðkomandi í dag, nú vit eru komin so langt, tá tað snýr seg um kvinnurættindi. Tó er altíð pláss til betringar, og fyrsta stigið rætta vegin er at brúka røddina, sum vit kvinnur í Føroyum eru so hepnar at hava. Vit skulu minnast til at lyfta hvørja aðra upp, heldur enn at trýsta hvørja aðra niður.
##med3##
Saman standa vit sterkari og saman flyta vit okkum frameftir. Um dagurin í morgin verður brúktur til at gleðast um, hvussu langt vit eru komin, ella at seta orð á okkurt, ið ikki er nóg gott, er upp til tín. Men um tær manglar inspiratión, so prøva og hygg einaferð runt, og vita, um tú ikki kanst finna onkra kvinnuliga inspiratión rundanum teg, sum gevur degnum í morgin eitt sindur av meining.
Takk fyri at tit lýddu á