Mikukvøldið 5. august verður konsert við kvinnubólkinum Kata á Listasavni Føroya.
Kata er songkvinnurnar Unn Paturson, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Svabo Bech, Arnfríð Lutzen og Guðrið Hansdóttir.
Kata fer at syngja gomul føroysk kvæða- og vísuløg umframt skjaldur, arangeraði av nýggjum til kvinnurøddir. Føroysku løgini eru úr laga-bókunum hjá Marionnu Clausen. Nakrir bulgarskir fólkasangir verða eisini at hoyra.
Konsertin verður í skálanum, har framsýningin ”Kvæði í list” í løtuni hongur uppi. Soleiðis stuðla konsert og framsýning undir hvørja aðra.
Kata hevur tríggjar frumframførslur á skránni hetta kvøldið. Útsetingarnar til føroysku løgini hava Greta Svabo Bech og Unn Paturson gjørt.