Tað er mánakvøld. Tað er komið væl út á heystið. Seks pør savnast einastaðni í Eysturoynni hvørt mánakvøld alla vetrarhálvuna. Tey ynskja øll eitt enn betri parlag. Pínan í einseminum er ótolandi. Pørini eru á skeiði hjá Jóhannes Johannesen og teimum báðum Oslu og Hildu Viderø, sum eru PREP-ráðgevar, sum er ein stytting av »Praktiskt Reiðskap til Eitt enn betri Parlag«.
Tey seks pørini kenna eftirhondini hvønn annan hampiliga væl. Hóast skeiðið fyri tað mesta er frálæra og venjing, verður eisini prátað um leyst og fast. Á tann hátt varnast tey, at øll hava trupulleikar – og ofta á leið somu trupulleikar at dragast við.
Og eitt, sum tey flestu ikki hava hugsað so nógv um er, at tey nú skulu venja seg við at vera góð við seg sjálvan.
– Eg plagi at brúka kenda ørindið úr Bíbliuni: »Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg«, og tað er júst tað, vit læra tey. Hetta er sunnur fornuftur, sum gagnar bæði maka og børnum, og kann verða fyrsta stig til at loysa trupulleikar í parlagnum, sigur ráðgevin Jóhannes Johannesen, sum annars altíð sigur, at einki eitur trupulleikar, men bara avbjóðingar.
Hann vísir á, at vælkendu orðini úr Bíbliuni hóska sum fótur í hosu, tá talan er um eitt virðiligt lív. Og hugsa vit um miðlívskreppu, so er avbjóðingin fleirfaldað, um virðing og kærleiki ikki fáa tað rúm, tey eiga.
– Tú mást hava virðing fyri tær sjálvum, um tú ynskir at koma burtur úr eini kreppu, og tað at elska teg sjálvan, hevur einki við egoismu at gera, sigur Jóhannes Johannesen.
Hann greiðir eisini frá, at tey flestu, sum koma á skeið, hava trupulleikar við samskiftinum, og tað eru ofta – fyri ikki at siga altíð – kvinnurnar, sum taka fyrsta stigið.
– Tað er rættiliga vanligt, at mennirnir eru nakað trekir í fyrstani. Føroyski maðurin er generelt hesin harði hálsurin, sum skal klára alt tað fysiska, og tá tað so er okkurt meira kensluborið ella sálarligt, ið skal loysast, røkkur amboðskassin ikki til, greiðir Jóhannes Johannessen frá.
Øll evni verða viðgjørd
Tá innleiðandi parskeiðið hjá PREP er av, fáa luttakararnir tilboð um meiri ítøkiliga ráðgeving ella terapi, um tey hava tørv á slíkari. Nøkur taka av, meðan onnur hava fingið tað burtur úr hesum mánakvøldunum í vetrarhálvuni, sum teimum tørvaðu.
– Felagsnevnarin fyri pørini er, at tey ynskja eitt enn betri parlag. Tá rivur koma í parlagið, líkjast vit leirkerinum, ið er brákað. Men gloym ikki, at tað er í rivuni vit varnast dýrgripin í leirkerinum, sigur Jóhannes Johannesen.
Tá so pørini hava fingið tey »kreppuamboð«, sum PREP-ráðgevararnir kunnu geva teimum, ber vónandi til at koma víðari, og sum frá líður fáa loyst upp fyri tí, sum annar ella bæði ganga og ilskast inn á. Í nógvum førum er talan um ov lítið av nærleika – eitt nú, at kvinnan og maðurin eru ov sjáldan saman. Og hóast eitt PREP-skeið ikki er tað sama, sum at fara til ein sexlog, ber væl til at brúka ta vitan, sum PREP-skeiðið gevur, á tí økinum eisini. Tí, sum Jóhannes málber seg:
– Á skeiðinum viðgera vit øll týðandi evni í parlagnum. Stuttleiki og sex eru sjálsagt við, og tey trívast ikki uttan eina trygga girðing.
Hvat er PREP?
PREP er ein námsfrøðilig ætlan, sum byggir á áralangar vísindaligar kanningar. PREP-ráðgevarnir í Føroyum arbeiða eftir sama leisti, sum Center for Famileudvikling í Danmark. Sentrið er ein sonevnd non-profit privat verkætlan. Ein hjálp til tey, ið ynskja eitt enn betri parlag.