Kvinna vunnið rættin at doyggja

Vanliga hoyra vit um fólk kring heimin, sum berjast fyri rættinum at liva. Men í dag hevur ein kvinna vunnið rættindi at doyggja. Kvinnan er 70 ára gomul og situr í koyristóli, og hon er stríðst fyri rættinum at doyggja.

Og tann dystin hevur hon vunnið í dag í avstralska hægstarætti. Tað skrivar ABS News í dag.

Málið byrjaði, tá ið tann 70 ára gamla kvinnan gjørdi greitt fyri starvsfólkunum á røktarheiminum, har hon búði, at hon ikki vildi hava mat ella vatn.

Og hóast kvinnan setti hetta ynski fram, so hildu starvsfólkini áframt við at geva henni mat og drekka.

Røktarheimi stúrdi fyri, at stovnurin fór at verða ákærdur fyri viðvirkan til sjálvmorð, um heimið gekk umbønini á møti.

Men nú hevur røktarheimið fingið upplýst frá hægstarætti, at tað ikki vil verða ákært í rættinum, og tískil kann tann 70 ára gamla kvinnan fáa sítt ynskti uppfylt.