Kvinna við ferðamannaskipi blivin burtur

Ein tailendsk kvinna, sum skuldi verið umborð á Braemar, ið er stórt ferðamannaskip, sum liggur í Havn, er blivin burtur Í morgun varð boðað frá, at kvinnan, sum er partur av manningini, ikki var at finna umborð, og í løtuni fer leiting fram, sum MRCC í Føroyum skipar fyri.

Tað eru skipini Brimil, Lív, sum saman við tyrluni leita eftir kvinnuni og eisini fiskiskipini Halgafelli og Líðraberg hava eyguni eftir kvinnuni, sum helst er onkustaðni millum Tórshavnar havn og 100 fjórðingar vestur úr Føroyum.

Vónirnar at finna hana á lívi eru øgiliga lítlar.

- Vónirnar eru at finna hana aftur, men vónirnar at finna hana á lívi eru næstan ongar, sigur Robert Jørgen Olsen, deildarleiðari á MRCC.

Vanliga er ongin vón at finna fólk, sum eru dottin í havið við Føroyar á lívi aftaná tríggjar tímar.

Kvinnan var seinast sædd áðrenn midnátt í nátt, og tá var hon í uniformi og einum svørtum dýnujakka.

Skipið kom í morgun á Havnina, eftir at hava verið í Íslandi.