Bretska løgreglan hevur sett í gongd eina drápskanning, eftir at ein illgerðarmaður fór at skjóta á eini fyltari pub í norðurenska býnum Liverpool.
Tað skrivar bretski miðilin BBC.
Løgreglan á staðnum varð boðsend stutt fyri midnátt jólaaftan eftir at boð vóru komin um at skot vóru latin av á pubbini Lighthouse Inn, sum er í Wallasey-býarpartinum í Liverpool.
Haðani vóru tríggir mans og ein kvinna førd á sjúkrahús. Tey vórðu øll rakt av skotum.
Kvinnan doyði. Støðan hjá teimum trimum monnunum er ógreið.
Kanningarleiðarin hjá løgregluni Dave McCaughrean sigur sambært BBC, at skotilburðurin var, meðan nógv ung fólk vóru á vertshúsinum.
Illgerðarmaðurin er enn leysur.
– Vit halda, at illgerðarmaðurin fór av vertshúsinum í einum myrkum bili – kanska einum myrkum Mercedes – beint eftir skottilburðin, sigur McCaughrean.
Løgreglan upplýsir harumframt, at fleiri fólk fingu skaða av skotunum – umframt tey, sum vórðu koyrd á sjúkrahús.
– Kanningin er enn ikki komin so langt, at vit skilja, at hetta veruliga ein sjokkerandi og ræðulig hending, sum er hend beint fyri jól, sigur McCaughrean.
Í Bretlandi halda tey flestu jól um morgunin 25. desember. Tað er siður at fara á vertshús kvøldið fyri, tann 24. desember, tá vit vanliga halda jól.
– Vit hava sent nógv løgreglufólk á staðið í Wallasey, sum ger nágreiniligar avhoyringar fyri at finna fram til, júst hvat er farið fram, so vit kunnu fara víðari, sigur McCaughrean.
– Ein kvinna er á henda ræðuliga hátt deyð her á jólum, meðan fleiri eru á sjúkrahúsi, og tankar okkara og samkensla verður send familjum teirra.
Motivið til skottilburðin er enn ókent.
/ritzau/











