Kvinna særd á svenskari sendistovu í Turkalandi

Brotsmaðurin, sum skeyt, møtti upp á svensku sendistovuni í sambandi við umsókn um visum. Kvinnan hevur fingið álvarsligan skaða.

 

Ein kvinna, sum starvast á svensku sendistovuni í Izmir í Turkalandi, er í dag rakt av skotum.

 

Tað skrivar turkiska sjónvarpsrásin, Haberturk. Kvinnan, sum er turkiskur ríkisborgari, hevur fingið álvarsligan skaða.

 

Sambært rásini møtti brotsmaðurin upp á sendistovuni í sambandi við umsókn um visum.

 

Upplýsingarnir eru ikki váttaðir av almennum myndugleikum.

 

Seinastu tíðina hava eina røð av koran-brenningum verið bæði í Svøríki og Danmark.

 

Hetta hevur eitt nú ført til mótmælistiltøk og fordøming í muslimska heiminum.

 

Felagsskapurin fyri islamiskum samstarvi, styttur OIC, hevur eisini fordømt koran-brenningar.

 

Sambært Haberturk er tann, sum verður hildin at vera brotsmaðurin, handtikin.

 

Kvinnan á sendistovuni varð rakt í bringu og bein, og sambært turkiskum miðlum er kvinnan álvarsliga løstað.

 

Sagt verður, at brotsmaðurin skeyt, tá hann ikki fekk tað svar á sendistovuni, sum hann ynskti sær.

 

Fyribils er ógreitt, um hendingin á svensku sendistovuni í Izmir hevur nakað við koran-brenning at gera.