Kvinna og børn fangar í kjallara í 24 ár

Enn ein óhugnalig søga er kom fram í Eysturríki, har ein kvinna og børn hennara hava verið hildin fangar í einum kjallar í 24 ár. Brotsmaðurin er pápi kvinnuna, sum eisini er mistonktur fyri at vera pápi at børnunum

Tann 42 ára gamla kvinnan, Elisabeth Fritzl, og seks børn hennara, eru illa misnýtt hesi árinim tey hava verið fangar, siga eysturríkskir miðlar.

Málið er komið fram, tí myndugleikarnar í síðstu viku fóru at leita eftir kvinnuni, tá eitt av børnum hennara varð lagt inn á sjúkrahús.

Keldur í løgregluni siga, at tey nú taka dna-royndir av teimum øllum, og at løgreglan nú nýtir royndirnar til at fáa greiðu á røttu familjubondunum.

Tað er ikki fyrstu ferð, at fólk hava verið hildin fangar í áravís í Eysturríki. Summarið 2006 koma tann tá 18 ára gamla Natascha Kampusch brádiliga tilsjóndar. Hon var rýmd undan sínum gíslatakara, sum hevir havt hana sum fanga í einum kjallara í átta ár.

Pápi kvinnuna, Joseph Fritzl, er handtikin.