Hendurnar upp ella buksurnar niður! Ein 32 ára gamal innbrotstjóvur fekk av at vita, tá ið hann royndi at ræna eina vakurleikastovu í tí russiska býnum Mesjtjovska Kvinnan, ið átti vakurleikastovuna slóð innbrotstjóvin niður, bant hann, og noyddi hann til sex, og helt honum innilæstan í fleiri dagar. Nú standa tey bæði til svars fyri lógini.
- Gev mær pengarnir, segði tjóvurin.
Og tann 28 ára gamla kvinnan gjørdi ikki mótstøðu.
- Okey, tak teir bara, svaraði hon sambært Aftonbladet. Eftir hetta misti tjóvurin takið.
Kvinnan slóð mannin, men ístaðin fyri at ringja eftir løgregluni syrgdi hon fyri, at hann ikki hevði møguleika fyri at rýma.
Eftir hetta noyddi hon viagra í tann ørkymlaða innbrotstjóvin, og noyddi hann til sex. Tað gjørdi hon í tríggjar dagar, áðrenn tað eydnaðist manninum at sleppa til rýmingar og fáa hjálp á einum sjúkrahúsið.
Eftir hetta setti hann seg sjálvur í samband við løgregluna.









