Løgreglan í meksikanska býnum Monterrey hevur tikið eina unga kvinnu og ákært hana fyri at hava beint fyri 20 fólkum aftur fyri pengar. Sambært ákæruvaldinum hevur tann 26 ára gamla Maria Jimenez fingið 1.700 dollarar frá rúsevnafelagsskapinum Zeta fyri hvørt drápið.
Almenni ákærin í statinum Nuevo Leon sigur, at kvinnan fekk boð um at skjóta limir í øðrum rúsevnafelagsskapum, men í tí eina førinum var tað ein løgreglumaður, sum hon beindi fyri.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at meksikanska løgreglan hevur tikið kvinnur, ið hava dripið fólk fyri pengar, men fáar eru ákærdar fyri so mong leigudráp sum Maria Jimenez, skrivar Reuters.