Kvinna lá 40 minuttir í vatni

Ein 27 ára gomul kvinna var so óheppin at detta í Peblinge-vatnið í Keypmannahavn tíðliga í morgun. Ein maður, sum var saman við henni, leyp eftir henni. Bæði eru íslendingar, og bæði vóru drukkin.

Jens Kristiansen hjá løgregluni í Keypmannahavn sigur, at fólk, sum komu framvið, hoyrdu mannin rópa, og tey ringdu alt fyri eitt til løgregluna. Av tilvild var ein bjargingartyrla á Ríkissjúkrahúsinum, og hon varð alt fyri eitt send avstað. Samstundis komu kavarar hjá sløkkiliðnum á staðið, og teir fingu rættiliga skjótt fatur á manninum og fingu hann upp á turt.

Harafturímóti tók tað nógv longri tíð at finna kvinnuna, og ikki fyrr enn 25 minuttir seinni eydnaðist tað kavarunum at fáa hana upp turt. Sambært fjølmiðlunum hevði kvinnan tá ligið einar 40 minuttir í vatninum. Hon var ógvuliga køld og liggur nú á Ríkissjúkrahúsinum við andingartóli. Maðurin er eisini á sjúkrahúsinum, men verður útskrivaður í dag.