Kvinna kann vinna í Teilandi

Í dag er tjóðartingsval í Teilandi, og eru veljarakanningarnar álítandi, fær Teiland fyri fyrstu ferð eina kvinnu til stjórnarleiðara. Eftir kanningunum fær flokkurin Puea Thai millum 290 og 299 av teimum 500 tinglimunum, og tað leggur lunnar undir, at floksformaðurin, Yingluck Sinawatra, kann seta seg í forsætisráðharrasessin sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð.

Yingluck Shinawatra er systir fyrrverandi forsætisráðharran Thaksin Shinawatra, sum varð frákoyrdur fyri fimm árum síðani, eftir at hann var vorðin ákærdur fyri svik. Tað kom eitt sindur óvart á teir politisku eygleiðararnar, at hon fær so stóra undirtøku, men kanningarnar vísa, at hon er væl umtókt kring alt landið.

Thaksin Shinawatra, sum nú býr í Dubai, bað í dag fólkið viðurkenna úrslitið av dagsins vali. Hann segði, at valúrslitið staðfestir vilja fólksins, og hann eiga allir partar at viðurkenna.