Kvinna kann vinna í Brasil

Tað er líkt til, at valevnið hjá arbeiðaraflokkinum, Dilma Rousseff, kann vinna tað brasilska forsetavalið, sum verður í oktober. Sambært einari nýggjari meiningakanning kann Dilma Rouseff vinna longu í fyrsta valumfari. Eftir kanningini hevði hon fingið 55 prosent av atkvøðunum, um valið var nú, meðan harðasta mótvalevni hennara, José Serra, hevði fingið 33 prosent.

Undir valstríðnum hevur Dilma Rouseff fingið dyggan stuðul frá verandi forseanum, Lula. Hann er framvegis sera væl umtóktur millum fólk, og tað tykist koma Rouseff til góðar.