Ein kvinna úr Indonesia varð í dag tikin av døgum í Saudiarabia, eftir at rætturin hevði dømt hana til deyða fyri dráp. Sambært saudiarabiska innanríkisráðnum hevði Roiaiti Beth Sabotti Sarona beint fyri einari kvinnu. Meiri varð ikki sagt um tilburðin ella um sambandið millum tær báðar kvinnurnar.
Deyðarevsing er rættiliga vanlig í Saudiarabia samanborið við mong onnur lond, og higartil í ár eru 28 fólk tikin av døgum har eftir at hava fingið deyðadóm í rættinum. Tað er líka nógv sum alt árið í fjør, skrivarAFP, sum veit at siga, at bara í síðsta mánað vórðu 15 deyðadømd fólk tikin av døgum í Saudiarabia.