Tíðliga í morgun fór ein bilur út av vegnum Millum Fjarða, og hann endaði á takinum í grøvini.
Í bilinum var ein kvinna einsamøll. Hon var við barn og gramdi seg um pínu í rygginum.
Av tilvild vóru fleiri sjúrkarøktarfrøðingar í bilum, sum steðgaðu á. Tær vóru um kvinnuna, til ein sjúkrabilur kom og flutti kvinnuna á Landssjúkrahúsið.
Tá ið politiið kom úr Klaksvík á staðið, var sjúkrabilurin farin avstað við kvinnuni. Politiið í Klaksvík hevur einki frætt aftur.