Í gjár fekk ein kvinna annan armin fastan í eina maskinu, meðan hon var til arbeiðis á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði. Hetta fortelur vakthavandi hjá politinum í morgun.
Óhappið hendi beint áðrenn klokkan fýra, og politiið fekk fráboðan um hetta klokkan 15:57.
Sjúkrabilur bleiv sendur eftir kvinnuni, og hon varð send á Landssjúkrahúsið.
Politiið veit ikki meira um, hvat hendi í støðuni, og kvinnan er ikki blivin avhoyrd enn, fortelur vakthavandi. Men Arbeiðseftirlitið er sent á staðið, og har skulu tey finna út av, hvat tað var, sum hendi í gjár.