Beint eftir klokkan 16 í gjár, bleiv fráboðað løgregluni, at ein kvinna var dottin í haganum. Hetta var í Tjørnuvík, 200 metrar oman fyri "Inni í Túni".
Hon hevði brotið beinið og meislað sær økulin. Ikki var neyðugt við tyrlu, og hon kundi berast oman, tí hon var ikki einsamøll.
Kvinnan varð flutt á landssjúkrahúsið til kanningar.
Hetta var ikki einastu ferð, at onkur var komin illa fyri í haganum. Um middagsleiti kom fráboðan til MRCC um eitt ferðafólk á Kallsoynni, sum var dottið og hevði brúk fyri tyrlu. Ferðafólkið varð flutt á Landssjúkrahúsið.
Umframt hetta fekk løgreglan nakrar aðrar fráboðanir eisini. Beint áðrenn klokkan 18 rendi ein súkkla á síðuna á einum bili. Tað var ein ungur drongur. Hann bleiv koyrdur á sjúkrahúsið, men fekk tíbetur ongan skaða.
Klokkan 01:40 varð ringt úr Sirkus. Har vóru tveir føroyskir manns, sum vóru komnir upp at skeldast.
Í Leirvík fór eitt stórt telt við vindinum klokkan 03:30 í morgun. Tað var í sambandi við Tindadagar hjá Róðrarfelagnum Tindi. Átaksleiðarin fekk stýr uppá tað saman við fyriskiparunum og fekk teltið pakkað saman.