Miðlafólk, ið dekka Føroya Rætt, uppliva ofta, at mál, ið eru bæði eitt og onkuntíð út móti tvey ára gomul, koma fyri. Og sjáldan er talan um bara fáar mánaðar.
Mikudagin var tó eitt undantak, ið kanska nærkast einum meti í skjótari viðgerð frá ákærarans síðu.
Klokkan níggju fyrrapart fríggjadagin 22. februar, varð ein maður steðgaður fyri atkoyra alt ov skjótt í bygdum øki inni í Eysturoynni.
Maðurin mutaði ímóti at hava koyrt so skjótt, sum lasaramátarin vísti. Longu mikudagin 27. februar klokkan 11 varð málið roynt í Føroya Rætti. Bara gott fimm dagar seinni. Og tað man nærkast einum meti.










