Kvikk leingjast og umbyggjast

- Við umbyggingini fær manningin nógv betri umstøður, sigur Torleif Sigurðson, reiðari

Fiskivinna

Línuskipið Kvikk hjá Sp/f Kvikk í Klaksvík er í løtuni í Hirtshals, har skipið er longt við 6,60 metrum. Skipið hevur verið í Danmark í einar tveir mánaðir, og komandi fríggjadag verður skipið sjósett aftur. Kvikk er nú 35 metrar langur og er á stødd  og eisini í breidd - við hini línuskipini, sum vóru nakað størri.
Men Kvikk verður ikki bara longdur. Skipið verður eisini umbygt, og tað er serliga apeteringin  ella manningarumstøðurnar, sum skulu betrast munandi.
Torleif Sigurðson, reiðari, heldur tað vera neyðugt at gera nakað við skipið, nú tað ikki gongur so væl longur at fáa fólk.
- Kvikk hevur bara havt 14 koyggjur, og nú verða tvey eitt-manskømur bygd aftrat. Manningin fær eisini eitt nógv betri uppihaldsrúm, eins og umstøðurnar til umklæðing verða nógv betri.
Við umbyggingini fær skipið eisini bakka.
Torleif Sigurðsson vísir á, at teir ikki eru farnir undir hesa leinging og umbygging, tí lastin var ov lítil.
- Skipið lastaði eini 85 tons, sum undir vanligum umstøðum er nóg mikið.
Hann sigur, at tað í fyrsta lagi eru manningarviðurskiftini, sum dentur verður lagdur á at bøta um.
Ætlandi verður Kvikk liðugur í Hirtshals 8. september, og Torleif Sigurðson væntar, at leinging og umbygging fer at kosta einar 6 mió krónur.
Kvikk er fyrrverandi Saturn III. Skipið er bygt í Strandby í Danmark í 1987.
Sp/f Kvikk í Klaksvík yvirtók skipið 1. januar 2004, og sum skilst á reiðaranum, hevur tað eftir umstøðunum gingið hampiliga væl hjá skipinum.