Fiskivinna
Á Kósini í Klaksvík hevur ikki verið so rokasligt, síðan tey byrjaðu aftur at arbeiða eftir summarsteðgin, ið var liðugur fyri 14 døgum síðan.
Adrian Dalsá, stjóri á Kósini, sigur, at tey hava arbeitt nakað av upsa hesa vikuna, og mánadagin væntar hann, at línuskipið, Kvik, kemur inn at landa. Teir royna undir Føroyum.
Hann veit at siga, at onkur línuskip hava verið inni og landað, men at onnur virkir hava keypt hendan fiskin.
Nýggir fiskidagar
- Hjá onkrum av teimum størru skipunum og útróðrarbátunum vóru fiskidagarnir uppi, men nú eru vit so komin inn í eitt nýtt fiskiár, sigur Adrian Dalsá.
Stjórin á Kósini væntar, at verulig gongd fer á koma á aftur fiskaarbeiði, sum hevur verið heldur slakt, nú alt kemur í rættlag aftur eftir summarsteðgin, og skipini hava fingið nýggjar fiskidagar.