KvF-virksemið skal greinast

Bjarni Djurholm vil vita, hvat fólkið fær fyri teir pengarnar, Kringvarpið hevur at arbeiða við í dag, og hevur biðið mentamálaráðharran seta ein óheftan bólk at greina virksemið. Síðani skal støða taka til, hvat vit vilja hava. Sponsorerað tilfar skal út, og útvarpið skal ikki sleppa at lýsa, heldur hann.

Ingolf S. Olsen
----
Bjarni Djurholm, formaður í Løgtingsins mentanarnevnd, var varin at koma við nøkrum lyftum um miðlastuðul á NORA-ráðstevnuni í gjár, men vil hava eina óhefta útgreining av virkseminum hjá Kringvarpinum og betra kappingarstøðuna hjá privatu miðlunum.
- Eg havi heitt á landsstýrismannin í mentamálum at seta ein arbeiðsbólk at gera eina útgreining av, hvat vit fáa fyri tær 46 milliónir krónurnar í hyggjara- og lurtaragjaldi og tær 10-12 milliónir krónurnar í spæli og lýsingum, sum Kringvarpið hevur at arbeiða við nú. Arbeiðsbólkurin eigur at mannast við fólki, sum ikki eru knýtt at stovninum. Tá vit so hava funnið út av, hvat vit fáa nú, skulu vit finna út av, hvat vit vilja hava, sigur Bjarni Djurholm.
Ongan almennan stuðul
“Vit” er politiska skipanin, men persónliga gloppar hann dyrnar fyri, at Kringvarpið, sum er einasti public service-miðil í Føroyum, skal hava meira pening – tað skal bara ikki verða landskassin, ið rindar.
- Eg eri ímóti at seta Kringvarpsraksturin beinleiðis á fíggjarlógina, men vit mugu staðfesta, at lisensgjaldið hevur staðið í stað í nógv ár. Tá eitt útgreiningararbeiði er gjørt, og vit kenna støðuna, og vita, hvat vit vilja hava, mugu vit taka støðu til, um hyggjara- og lurtaragjaldið møguliga skal hækkast.
Men við útgangsstøði í verandi fíggjarstøðu hjá Kringvarpinum, kemur nógv at mangla í, um Bjarni Djurholm eisini fær framt eina aðra týðandi ætlan, nevniliga at steðga sponsoreraðum sendingum í øllum KvF og lýsingum í útvarpinum.
Útvarpslýsingar út
- Eg eri prinsipielt ímóti lýsingum og sponsoratum í einum almennum public service-miðli. Við sjónvarpslýsingunum er talan tó um eina serstøðu, tí vit hava bara ein veruligan sjónvarpspall í Føroyum at lýsa á. Samstundis er hesin pallur fitilendið hjá teimum fyritøkum, ið liva av at gera sjónvarpslysingar. Tí haldi eg, at sjónvarpið framhaldandi skal sleppa at senda lýsingar til frama fyri lýsingarfyritøkurnar og sum ískoyti til kringvarpsraksturin.
- Men útvarpið skal aftur bara hava loyvi at senda smálýsingarnar og kunngerðirnar, sum tað altíð hevur gjørt. Hinar lýsingarnar, handilslýsingarnar, skulu út. Á tann hátt betra vit kappingarstøðuna hjá privatu miðlunum, sum als ikki er nøktandi nú. Tað er mín persónliga meining, sigur Bjarni Djurholm.
Ein týðandi inntøkukelda hjá KvF hvørvur sostatt, um formaðurin í mentanarnevndini fær sín vilja.
Um politikararnir so eisini krevja eitt betir – og harvið dýrari – KvF, tá ein útgreining av virkseminum er gjørd, verður neyðugt við eini rættiliga stórari hækking av hyggjara- og lurtaragjaldinum, um útgangsstøðið er verandi inntøkugrundarlag.
Mvg-frítøka
Bjarni Djurholm er tó ikki vísur í, at tørvurin verður so ovrhonds stórur, og letur eisini upp fyri óbeinleiðis stuðli.
- Vit kundu strika mvg’ið. Annars vænti eg, at tað ber til at optimera hinar inntøkurnar hjá KvF. Stovnurin hevur havt trupult við at fáa alt hyggjara- og lurtaragjaldið inn, og sum eg skilji, eru átøk gjørd fyri at fáa bøtt um hetta. Og kanska ber eisini til at fáa meira inn við spølum við at hugsa nýtt har eisini. Tað er als ikki vist, at tað verður neyðugt við nakrari ógvusligari lisenshækking, sjálvt um ynskið verður, at Kringvarpið skal hava meira pengar enn nú, heldur hann.