Stríðið í Kringvarpinum tekur nú enn eina venda. Meðan løgtingið júst nú viðgerð uppskot um misálit á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum orsaka av stríðnum í Kringvarpinum, so er stríðið millum Johnny í Grótinum og Liljuna Weihe eftir øllum at døma ikki av. Tí í morgun er Liljan Weihe aftur uppsøgn, sigur sakførari hennara við in.fo í dag.
Í morgun hevur Liljan Weihe nevniliga verið á fundi í Kringvarpinum við Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra. Hesin fundurin kemur í kjalavørrinum av niðurstøðuni frá Mentamálaráðnum, sum ógildaði uppsøgnina av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara. Men á hesum sama fundi kom enn ein uppsøgn av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara. Í øllum førum er tað soleiðis, sum sakførari hennara tulkar støðuna.
- Liljan hevur fingið boð um, at ætlanin er at hon skal úr starvinum sum tíðindaleiðari í KVF. Hetta verður gjørt við uppsagnarvarsli. Hetta verður gjørt, hóast Mentamálaráðið júst hevur staðfest, at hennara uppsøgn úr hesum starvinum er ógildað, og at hon framvegis nettupp er tíðindaleiðari, sigur Sigmund Poulsen, sakførari.
Ætlanin er sambært Sigmundi Poulsen, at Liljan Weihe skal flytast í annað starv í KVF, sum verður upprættað til hana, og sum gevur miillum 3.000 og 4.000 kr. minni um mánaðin í løn, og sum einki hevur við tíðindaleiðslu at gera.
Víðari sigur Sigmund Poulsen frá fundinum í morgun, at kringvarpstjórin sigur seg gera hetta sum agarevsing við ávísing til ávís viðurskifti, sum verða nevnd í niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum.
- Sagt verður í fráboðanini til Liljuna, at talan er um eina ”flyting innan setanarøkið”, sum revsing fyri tað, sum stjórin metir, at hon hevur gjørt skeivt. Men talan er løgfrøðiliga um eina uppsøgn. Her er slettis ikki talan um eina flyting innan hennara setanarøki, tí hennara setanarøki er sambært starvslýsingina er" Leiðari á Aktuelt deildini í Kringvarpi Føroya", sigur Sigmund Poulsen.
- Tí er talan sostatt ikki um annað enn eina nýggja uppsøgn úr starvinum sum tíðindaleiðari, og setan í eitt nýupprættað lægri starv – alt sum agarevsing. Liljan hevur 14 daga hoyringsfreist. Vit fara at gera okkara viðmerkingar til kringvarpsstjóran innan fyri hesa freist, sigur Sigmund Poulsen, sakførari