- Skal øll sparingin í Kringvarpinum gerast í einum høggi, verða avleiðingarnar ógvusligar, og tí arbeiða vit í Mentamálaráðnum við at finna eina loysn, so Kringvarpið kann fáa eina bleytari lending.
Tað sigur Bjørn Kalsø nú tað stendur greitt, at Kringvarpið má tillaga seg tikl eina minni inntøku á umleið fimm milliónir krónur.
Landsstýrismaðurin sigur, at Kringvarpið skal ígjøgnum nakrar rationaliseringar, sum millum annað merkja, at alt virksemið verður savnað á einum stað.
- Skulu allar sparingarnar fremjast í 2013 verður tað ógvuliga dýrt, og skal tað gerast, má virksemið niðurlagast, so at tað næstan verður burtur. Tí arbeiða vit við at finna eina loysn, sum ikki rakar so hart í fyrsta umfari, sigur Bjørn Kalsø.
Enn er alt á byrjunarstøði, og landsstýrismaðurin hevur ikki enn tryggjað sær undirtøku fyri nakrari bjargingarroynd.
- Virksemið má undir øllum umstøðum tillagast nýggja fíggjarliga veruleikanum sum sigur, at í staðin fyri 60 milliónir í inntøku, skal heldur roknast við millum 54 og 55 milliónum. Tað eru serliga lýsingar og spøl, ið svíkja á inntøkusíðuni, og hetta við herd krøv frá nýggjum grannskoðara gera, at tað mangla nógvir pengar í, sigur Bjørn Kalsø.
Arbeitt verður sum sagt við at finna eina loysn, so inntrivini ikki raka so hart, sum ætlanirnar nú vísa, men enn er ov tíðliga at siga nakað.
- Um einar tveir dagar veit eg meira, leggur Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri aftrat.