Kvettætlan í Burma

Teir seinastu dagarnar hava tíðindi gingið um, at misnøgdir heryvirmenn hava havt ætlanir um at koyra hernaðarstýrið í Burma frá.

Tey fyrstu tíðindini komu í BBC, sum vildi vera við, at leiðarin í hernaðarstýrinum, generalurin Than Shwe, var koyrdur frá, og at næstovastin, Maung Aye, hevði tikið við. Enn hava buermsisku myndugleikarnir ikki gjørt nakrar viðmerkingar til tíðindini í BBC, men ónevndar keldur í stýrinum hava avsannað tey.

Hernaðarstýrið tók valdið í Burma í 1998 eftir at hava bart ta demokratisku andstøðuna niður. Í 1990 vann Aung San Suu Kyi valið, men hernaðarstýrið hevur sýtt fyri at lata valdið frá sær, og adnstøðukvinnan hevur sitið í húsavarðhaldi ein stóran part av tíðini tey seinastu árini.