Kvett ikki Merkið, harra løgmaður!

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi
----

Flaggdagur er, og Merkið er vundið húnarhátt. “Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt; tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt” yrkti skaldið mæta, og vit syngja av insta hjarta. Men undir vakra sanginum skurrar ófrættakent lag. Tí ímeðan vit øll savnast um Merkið, er løgmaður farin at kvetta føroyska flaggið á sendistovu Føroya í Stóra Bretlandi.
Vit hoyra varðar rapa, so hvørt, sum samgongan tekur hornasteinarnar undan tí sjálvbjargni, ættarlið við tógvið stríð hava bygt upp.
Samhaldsfesti verður umbýtt við sjálvsøkni. Sjálvbjargni við sterkari leinkjur til Danmarkar. Og fremstimaður samgongurnar heldur flaggdagsrøðu heima hjá donsku sendikvinnuni. Í London, har føroyska flaggið ikki longur skal vindast á stong.
Dýrgoldin sparing
Sendistova Føroya í Stóra Bretlandi, sum røkir sambandið við Ongland, Skotland, Wales, Norðurírland og Írland, verður stongd. Endamál? At spara 500 túsund krónur í 2014, eina millión í 2015, og nøkur smáoyru afturat seinni! Hvussu kunnu samgongulimirnir í Fólkaflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýris(!)flokkinum, sum hava hollan meiriluta í samgonguni, góðtaka slíka ørsku? Fyri hesa minimalu løtusparing í køkskassanum hjá løgmanni og fíggjarmálaráðharranum, missa vit eitt heilt týðandi amboð at byggja upp sambandið við ein risamarknað, sum er okkara næsti granni.
Heldur enn at niðurleggja sendistovu Føroya í Stóra Bretlandi, átti hon at verið uppraðfest. Sjálvandi. Við fólki, sum hava drúgvar royndir úr vinnulívi og gjarna eisini politikki, sum kunnu knýta røttu sambondini, og byggja út samstarvið innan ferðavinnuna, oljuvinnuna, fiskivinnuna, mentanarliga og ikki minst í mun til útbúgvingarmøguleikar hjá okkara ungu.
Eyðsýndu møguleikarnir
Vit tosa um ein marknað, sum telur fleiri enn 60 milliónir fólk, og sum eisini hevur fast tunnilssamband við restina av Evropa. Vit innflyta í dag 10 ferðir so nógvar vørur úr Danmark, sum úr Stóra Bretlandi, hóast tað er millum 30 og 40 % dýrari at keypa vørurnar í Danmark. Og vit tosa um eitt landaøki, sum hevur alt at bjóða í mun til útbúgvingar- og vinnumøguleikar.
Júst av hesi orsøk legði undirritaða vegna Tjóðveldi fram løgtingsmál 153/2011 – uppskot til samtyktar um at útbyggja handils- og ferðasambandið við Stóra Bretland. Málið verður í løtuni viðgjørt í Uttanlandsnevndini.
Eingin ivi er um, at ein øktur samhandil við bretska meginlandið kundi givið grundarlag fyri flogleið alt árið til ein av heimsins fremstu høvuðsstøðum, London, umframt til oljubýin Aberdeen og skotska høvuðsstaðin og fíggjarmiðdepilin, Edinburg.
Men, í staðin fyri at seta ferð á seglini, verða tey repað, og sendistovan niðurløgd. Uttan annað endamál enn at spara nøkur fá oyru. Slíkt visjónsloysi breiðir myrkar skuggar yvir várið.
Flaggdagurin minnir okkum á, at einki kemur av ongum. Hvørt einasta fet á sjálvbjargnisleið krevur stremban og kostar knoss. Men, tað gevur altíð fleirfalt aftur. Tí má løgmaður ikki sleppa at kvetta Merkið í Stóra Bretlandi!
Á flaggdegnum 2012