Kvenntoskur gerst longri og eldri enn kalltoskur

Fiskirannsóknarstovan eigur ein hóp av taltilfari, sum er savnað inn gjøgnum tíðina. Seinastu árini er eitt miðvíst arbeiði gjørt fyri at umskipa innsavnaðu hagtølini í nýggjar dátugrunnar. Hesir grunnar geva hópin av møguleikum til kanningar av ymiskum viðurskiftum, sum annars kundu verið torfør at kanna, um tølini ikki vórðu skipað

Hagtøl

Tá ið talan er um menniskju, verður mangan havt á lofti, at munur ikki má gerast á kynunum. Hinvegin eru munirnir á kynunum fleiri, eitt nú á miðalhædd og miðalaldri. Hjá fiski ber ikki til at skera yvir ein kamb. Kvenntoskur er størri enn kalltoskur, men eingin munur er á kvenn-og kallupsa.

Nógv taltilfar
Regin Reinert, hagfrøðingur, veit at siga, at hópur av taltilfari er savnað inn á Fiskirannsóknarstovuni gjøgnum tíðina, og seinastu árini er eitt miðvíst arbeiði farið fram til tess at umskipa innsavnaðu hagtølini í nýggjar dátugrunnar.
- Hesir dátugrunnar geva  umframt at vera grundarlagið undir stovnsmetingunum  hópin av møguleikum til at kanna ymisk viðurskifti, sum annars ofta eru torfør at kanna, um tølini ikki eru væl skipað.
Hann vísir á, at ein av dátugrunnunum er tann, sum nevnist "Magnus-dátugrunnurin". Í hesum grunni liggja nágreiniliga uppgjørd veiðitøl hjá Magnusi Heinasyni.
- Øll veiðan er skrásett  nær, hvar og hvussu nógv av hvørjum fiskaslagi. Royndir eru tiknar av veiðini, har longd, vekt, aldur, kyn og annað eru skrásett fyri hvønn fiskin sær. Á summum túrum er eisini magainnihaldið hjá fiski skrásett niður í minstu smálutir.

Fiskasløgini
Regin Reinert veit at siga, at tilsamans eru 107 ymisk fiskaskløg við í grunninum, harav nógv ymisk fiskasløg, sum flestu fólk ongantíð hava hoyrt um.
- Hvør kennir eitt nú kikarafisk, gestfiskin ella snípuállin? spyr hann og vísir á, at hetta eru alt fiskasløg, sum Magnus Heinason hevur fingið á rannsóknartúrum í føroyskum sjógvi.
Hann vísir á, at um fólk eru áhugaði, kunnu tey vitja heimasíðuna hjá Fiskirannsóknarstovuni og leita eftir nevndu fiskasløgum á síðuni við fiskanøvnum.
- Tá ið skrásetingarnar liggja væl skipaðar, sum tær gera í Magnus-dátugrunninum, er laga manni at gera eksplorativar dataanalysur, nevniliga at leita eftir fyribrigdum, sum kunnu staðfestast hagfrøðiliga út frá ávísum talgrundarlagi.

Ikki eins
Regin Reinert vísir á, at millum menniskju er eitt nú stórur munur á miðalhæddini hjá kvinnum og monnum, og somuleiðis gerast konufólk eldri enn mannfólk.
- Men hvussu er so við fiskinum, spyr hann, eitt nú toski, hýsu og upsa?
Hann sigur, at hesir spurningar eru lættir at svara, tá ið ein góður dátugrunnur, sum Magnus-dátugrunnurin, er til taks.
- Týðiligur longdarmunur er millum kall-og kvenntoskin, men eingin munur er á kall-og kvennupsa.
Regin vísir á, at kvenntoskur gerst bæði longri og eldri enn kalltoskur, og jú eldri toskurin verður, tess størri er longdarmunurin millum kvenn-og kallfiskin.
- Hinvegin er eingin munur á longdini á kall-og kvennupsa  líka mikið, hvussu gamal fiskurin verður. Kvennhýsan gerst longri enn kallhýsan, og longdarmunurin gerst størri við aldrinum, men kallfiskurin livir longri.

Magainnihaldið
Sum nevnt, so hevur Fiskirannsóknarstovan eisini skrásett magainnihaldið.
- Samanlagt eru umleið 16.000 magar kannaðir umborð á Magnusi Heinasyni, 6.000 toskamagar, 5.500 hýsumagar, 4.000 upsamagar og 500 aðrir magar.
Regin Reinert vísir á, at kvenntoskurin etur munandi meira enn kalltoskurin.
- Tað sæst, at kvenntoskurin etur munandi meira enn kalltoskurin, og soleiðis er gott samsvar millum úrslitini frá magakanningunum og vektkanningunum, sigur hagfrøðingurin, Regin Reinert á Fiskirannsóknarstovuni.