Kveikjandi og inspirerandi

Dugni er flutt í nýggj hølir uppi á Hjalla, og tað gevur heilt nýggjar møguleikar. Hølini eru ljós og deilig og tað er bæði kveikjandi og inspirerandi at vera inni her, sigur Hedvig Jóhansdóttir, leiðari í Dugna

Gjáramogrunin var móttøka í sambandi við, at Dugni flytir inn í nýggj hølir uppi á Hjalla.
- Hetta merkir nógvar nýggjar avbjóðingar, og hølini eru ógvuliga snotulig fyri okkara næmingar og starvsfólk, sigur Hedvig Jóhansdóttir, leiðari á Dugna.
Stovnurin hevur fólk í arbeiðsvenjing, har tey skapa eitt arbeiðspláss fyri fólk við arbeiðstarni.
- Hetta er galdandi fyri fólk við fyritíðarpensjón og fyri fólk, sum megna at arbeiða eitt sindur – nakrar tímar um dagin, sigur Hedvig Jóhansdóttir.
Dugni hevur eitt verkstað, har brúktir lutir verða settir í stand.
- Vit skulu jú eisini forvinna pening, so vit hava bæði privatkundar og vinnulívskundar, sum venda sær til okkara. Tað ber til at keypa ting og tænastur, tað veri seg lutir av verkstaðnum ella frá teldudeildini. Har kunnu vit útvega kundunum visittkort ella sangheftir, ella binda bøkur inn, sigur Hedvig Jóhansdóttir.
Dugni hevur sjey starvsfólk og umleið 30 arbeiðsfólk og næmingar.
- Tað nýggja við hesum hølunum er, at vit nú kunnu bjóða kundunum inn at eta døgurða. Vit hava latið upp ein vinnukøk, so tað gevur heilt nýggjar møguleikar, sigur Hedvig Jóhansdóttir.
Umframt dagsins rætt til døgurða fer køkurin eisini at borðreiða við smyrjibreyði og køkum.

Út á arbeiðsmarknaðin
Fólkini, sum starvast hjá Dugna, eru í arbeiðsførum aldri.
- Vit hava fólk frá seytjan árum og upp til 65 ár, og fólk koma eisini uttan fyri Havnina. Vit fáa fleiri fólk úr Eysturoynni, sum koma við bussinum hvønn morgun, sigur Hedvig Jóhansdóttir.
Fólkini eru hjá Dugna í eina tíð, og fáa realisera teirra førleikar.
- So finna fólkini útav, hvat tey hava hug til, antin tað so er at fara í skúla ella at fara í læru, sigur Hedvig Jóhansdóttir.
- Fólk eru í starvsvenjing í einar tríggjar mánaðar í senn, og síðani verður gjørt eitt ráðleggingarsriv har mælt verður til, hvat er tað rætta fyri viðkomandi næming, sigur Hedvig Jóhansdóttir.
Í summum førum eru fólk í starvsvenjing í upp til tvey ár.
- Men tá mugu tey so eisini sleppa út at forvinna sínar egnu pengar. Fólkini, sum eru hjá okkum, fáa forsorg, so tað er ein góður motivatiónsfaktor at koma út á arbeiðsmarknaðin og forvinna sínar egnu pengar, sigur Hedvig Jóhansdóttir.